Gullfræið í SALT

Tíðindi

Skúlanæmingar kappast í íverksetan í SALT

Fríggjadagin 23. februar verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum. Í ár verður finalan í nýggja mentanarhúsinum á Drelnesi í Suðuroy, SALT.

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Síðan august hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan, og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.

Íverksetarahúsið hevur síðani 2010 skipað fyri íverksetan í fólkaskúlanum í samstarvi við Mentamálaráðið og skúlarnar. Næmingarnir fáa undirvísing ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har tey m.a. læra at vera nýskapandi og at menna góð hugskot, sum skapa virði fyri samfelagið.

Undirvísing í íverksetan í skúlaverkinum er eitt av týdningarmestu arbeiðsøkjunum hjá Íverksetarahúsinum. Allar kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at arbeiða við íverksetan, tess størri gerst møguleikin fyri einari ítøkiligari fyritøku. Eisini fáa næmingarnir persónligar, fakligar og sosialar førleikar, sum tey kunnu brúka seinni í lívinum, bæði sum íverksetarar ella sum leiðarar og starvsfólk.

Í finaluni í SALT sleppa næmingarnir at royna seg sum sjálvstøðug vinnureknandi og fara at leggja sínar virkisætlanir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina.
Vinnandi bólkurin fær ein kekk uppá kr. 5.000, sum Betri hevur latið, umframt Gullfræið sum listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setur finaluna, sum byrjar fríggjamorgunin 23. februar 2018 klokkan 9.30 í Saltsiloini og heldur fram til á middegi. Á tiltakinum verða eisini tónleikaframførslur frá næmingum. Tiltakið er alment og ókeypis.

Á fyrsta sinni er Tvøroyrar Skúli umboðaður, ja fyri fyrstu ferð yvirhøvur er Suðuroyggin, sum heild, umboðað í finaluni.

Alexandra Ripley, lærari í Tvøroyrar Skúla, er vegleiðari hjá luttakandi bólkinum, ið er myndaður av teimum trimum floksfeløgunum og vinkonunum Bjørk Torfinnsdóttir, Elin Niclasen og Anju Magnussen. Hesar ganga til dagliga í 10. flokki í Tvøroyrar Skúla.

Alexandra sigur, at gjørt bleiv av at melda Tvøroyrar Skúla til Skúla FM longu í august. Í september var flokkurin til fyrilestur í Tórshavn, har kendi danski íverksetarin Kasper Blom, ið gjørdist vælhavandi longu sum 12 ára gamal, takkað verið einum góðum hugskoti, greiddi frá sínum royndum.

Fyrilesturin gav góðan íblástur, og tóku tey tí stig til at taka næsta fetið við at deila flokkin í nakrar bólkar, ið hvør skuldi koma við sínum góða hugskoti. Alexandra sigur, at tað var sera trupult at velja millum tey fýra hugskotini, tí tey vóru øll so sera góð. Bólkarnir løgdu fram og so valdi ein læraradómsnevnd besta hugskotið út. Ólavur Weihe Joensen, ið var við til at vinna Skúla FM í 2015, vitjaði eisini flokkin og greiddi frá sínum royndum. Bæði lærararnir og Ólavur hildu, at uppskotið hjá teimum trimum vinkonunum var tað besta, tí var tað valt út.

Vit fara ikki her at avdúka hvat hugskotið snýr seg um, tí eitt sindur av spenningi skal verða eftir til fríggjamorgun 23. februar kl 10:00, tá tiltakið fer av bakkastokki á Drelnesi. Avdúkast kann tó, at hugskotið er sera tíðarhóskandi og passar júst til tað rákið, ið heimurin tekur í dag. Ja, ein vil kanska fara so langt sum til at siga, at tað hevur skund at fáa tílík hugskot gjørd til veruleika.

Kelda: Íverksetarahúsið og Tvøroyrar Kommuna, mynd: Bjarni Nygaard – Myndin vísir frá vinstru: Bjørk, Alexandra, Elin og Anja.

Facebook viðmerkingar