Klaksvíkingar vunnu SkúlaFM í íverksetan

Tíðindi

Ein bólkur av Skúlatrøð vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar við eini verkætlan um at framleiða eina nýggja slóðbrótandi vøru til køkin.

Tað varð kunngjørt fyri einum fullsettum sali í SALT fyrr í dag.

Fríggjadagin 23. februar var ein fullsettur salur í Saltsiloini í Suðuroy karmur um finaluna til SkúlaFM 2018, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram.

Dómsnevndin valdi verkætlanina SlipGrip, sum 15 ára gomlu genturnar Rakul Ró Steinstórsdóttir, Natalia Joensen og Maria Biskopstø, stóðu aftanfyri.
Tær vístu á trupulleikan, tá skeiðin ella sleivin dettur niður í grýtuna, ella tá skeiðin dettur niður í fatið á køkuborðinum o.s.fr. Tískil fara tær undir at framleiða ein lítlan ring úr bleytum tilfari, ið tær kalla SlipGrip, ið kann setast á allar skeiðir, og lættliga kann takast av.

Dómsnevndin legði dent á, at hetta var ein vøra, sum lættliga kann framleiðast uttan stóran kostna, og at tær gjølla hava kannað málbólkin, og ment vøruna saman við kundunum. Eisini høvdu tær brúkt sítt netverk væl, og høvdu m.a. samstarvað við stjóran í Look North, Árna Skaale og stovnaran í Defined Energy, Hera Schwartz Jacobsen í menningini av prototypuni.

Vinningurin til vinnandi bólkin var umframt Gullfræið, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, ein kekkur á 5.000 kr., sum Betri hevur givið. Harumframt lat Føroya Tele eitt gávukort áljóðandi 1000,- kr til hvønn næming í vinnarabólkinum.

Nummar tvey í kappingini var ein bólkur frá Vestmanna skúla við eini verkætlan um at framleiða føroyskt havsalt, serliga ætlað ferðafólkum.

Sum nummar trý valdi dómsnevndin eina verkætlan, sum næmingar úr Tvøroyrar skúla hava gjørt, sum snýr seg um at endurnýta plast og framleiða vørur úr enduvunna tilfarinum.

Varðin Pelagic lat gávukekk áljóðani 1500,- og 1000,- kr til nummar tvey og trý.

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan síðan skúlaárið 2017/2018 byrjaði.

Tilsamans sjey bólkar vóru við í finaluni hesuferð. Øll hugskotini vóru á høgum støði, og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum.

Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum, John Syderbø úr Føroya Tele, Dánial Hoydal úr Betri og Rannvá Troest, forkvinna í Íverksetarahúsinum.

Facebook viðmerkingar