Húsabjálving

Arbeiðskvinnufelagið Drósan á Tvøroyri 35 ár

Samrøða við Elisabeth Matras Olsen í samband við 35 ára stovningardagin hjá Arbeiðskvinnufelagnum Drósini.

 

 

Leygardagin 1. juni 1978 varð Arbeiðskvinnufelagið Drósan á Tvøroyri sett á stovn.

 

Gerðabókin hjá Drósini 1.juni 1978 :

 

 

 

 

 

1. juni í ár hevur Drósan aftur aðalfund, og tað serstaka við hesum dagi er, at Arbeiðskvinnufelagið hendan dagin fyllir 35 ár.

Í tí sambandi er tað sera viðkomandi at fáa fest nøkur orð á blað, so almenningurin kann fáa eitt sindur at vita um søguna og aktivitetirnar hjá Arbeiðskvinnufelagnum Drósuni.

Samrøða við Elisabeth Matras Olsen

Undirritaði fór tí, eftir áheitan, á gátt hjá Elisabeth Matras Olsen, ið er ein av teimum, ið var við til at stovna Arbeiðskvinnufelagið Drósuna. Elisabeth var beinanvegin fús at greiða frá, og legði hon frá landi við at fortelja um byrjanina hjá Drósuni, og hví mett varð, at neyðugt var við einum arbeiðskvinnufelagi á staðnum.

 

–          Okur føldu okum so at siga eitt sindur heimleysar í fakfelagsarbeiðinum. Fiskepigernes Fagforening vildu hava vaskifólkið á Sjúkrahúsinum og Ellisheiminum sum limir, men tað tóktist, sum konsentreraðu tær seg fyrst og fremst um fiskafólkini. Fiskepigerne vóru heldur ikki limir í Føroya Arbeiðarafelag. Okur blivu ráddar til at stovna eitt arbeiðskvinnufelag, og síðani melda okum inn í FA. Okur mettu eisini, at tað var betri og tryggari at vera innanfyri í heildini í FA. Her fingu okur góða hjálp og góð ráð frá limum í Fylking, m.a. Egon Thomsen og Teddy Michelsen.

 

Sambært gerðabókini hjá Drósuni møttu 33 til stovnandi aðalfundin. Samtykt varð, at Hildibjørg Brattalíð varð vald til forkvinnu í nýstovnaða fakfelagnum, meðan Hildigarð Jacobsen varð vald til kassameistara. Til stuttleikar kann nevnast, at fyri limir varð árliga limagjaldið í Arbeiðskvinnufelagnum Drósuni sett til 50 kr., upptøkugjaldið varð 10 kr., 1 % av ársinntøkuni til Føroya Arbeiðarafelag og 2 kr. til Føroya Arbeiðarafelag sum upptøkugjald.

 

Seinni á árinum varð eykaaðalfundur hildin í hølunum hjá Fylking, og tá varð m.a. Fríðbjørg Niclasen vald til skrivara, Elisabeth Matras Olsen vald til næstforkvinnu og Berit Joensen og Peina Jacobsen vórðu valdar sum nevndarlimir.

 

Spurd, hvør høvuðsorsøkin var til, at Arbeiðskvinnufelagið Drósan varð sett á stovn, er Elisabeth avgjørd í sínum máli.

 

–          Tað var fyri at fáa skipað viðurskifti allastaðni. Vaskiarbeiðini í býnum høvdu ikki heima nakrastaðni, áðrenn Drósan kom. Áðrenn stovnanina vóru óskipað viðurskifti, og okra arbeiðsbólkur hevði onga representasjón í fakfelagsarbeiðinum. Eftir stovnanina høvdu Fiskepigerne keiina, og okur høvdu so tímalønta vaskiarbeiðið í býnum.

 

Tað er væl kent, at tá fakfeløgsrørslan tók dik á seg, vóru ofta nógvir og harðir samanbrestir millum arbeiðsfólk og myndugleikar/arbeiðsgevarar. Hetta var tó í eini aðrari tíð, tí Elisabeth kennist ikki við, at nøkur keðilig støða stóðst burtur úr, at Arbeiðskvinnufelagið Drósan varð sett á stovn. Haraftrat fær Føroya Arbeiðarafelag eisini rósandi orð við á vegnum frá fakfelagskvinnuni Elisabeth.

 

–          Tað varð væl móttikið, ongar konfliktir stóðust burturúr. Men tað, ið bjargaði okum sum púra nýggj í fakfelagsarbeiði, tað var, at okur sluppu á skeið í Havn hjá Føroya Arbeiðarafelag. Her lærdu okur, hvussu man skuldi handfara lógir, rættindi og sáttmálar. Tað var gevandi, men útreiðslurnar komu úr egnum lumma. Her hugsi jeg um mista arbeiðsinntøku, gjald av ferðaseðlum aftur og fram osfr. Føroya Arbeiðarafelag betalti tó fyri sjálv skeiðini, tað var sera góð byrjanarhjálp at fáa.

 

Elisabeth ásannar, at tað av og á hevur verið strævið at verið við í fakfelagsarbeiði, men tað er heldur ikki yvir at dylja, at hon fegnast um avrikini, kvinnurnar í Arbeiðskvinnufelagnum Drósini hava fingið av skafti.

 

–          At byrja við vóru eini 30 limir, men nú eru eini 100 limir í Drósuni. Dagrøktarmammur eru komnar uppí, so nú er tað ikki bara tímalønt vaskiarbeiði heldur. Okur hava fingið skipað viðurskifti, ikki havt nakrar stórar konfliktir, tingini hava stutt sagt koyrt væl frá byrjan. Tá tað er sagt, so hava okur altíð havt øgiliga góð arbeiðsforhold á Tvøroyri generelt, m.a. hevur ongantíð verið nakar sum helst trupulleiki við Suðuroyar Sjúkrahúsi og Ellisheiminum.

 

Eisini í Føroyum hevur fakprofessionaliseringin tikið seg nógv fram, og Elisabeth ásannar, at stórur munur er á viðurskiftunum fyrr og nú.

 

–          Fyri 35 árum síðani arbeiddi man hálvavegna sum røktari báði kvøld- og náttarvakt á Sjúkrahúsinum, og ofta var bert ein sjúkrasystir og ein gongsgenta. Tá skuldi man gera tað sama, sum ein røktari ger í dag. Tann størsta broytingin er, at nú hevur tímalønta vaskifólkið onki við røktina at gera. Tá var tað vasking, matur og at ganga sjúkrasystrunum til handa, og okur hjálptu enntá til, tá barnakonur skuldu eiga. Man arbeiddi sum ein røktari – ella ófaklærdur sjúkrahjálpari, sum tað róptist. Man fekk løn fyri at vaska, men okur skuldu allíkaval gera 1000 onnur ting aftrat tí. Fyrst vaskaðu okur alt inventarið, og aftaná tað fór man at hjálpa sjúklingunum og teimum gomlu.

 

Summir arbeiðsdagar vóru strævnir, men Elisabeth leggur áherðslu á, at fólk vóru altíð til reiðar at draga somu línu, fyri at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.

 

–          Tað var deiliga gott samstarv millum sjúkrasystrar og vaskifólk, men man noyddist eisini at hjálpast at. Serliga í vaktunum mátti gott samstarv vera, tí tá vóru ikki líka nógv fólk til arbeiðis.

 

Tá samrøðan leið móti endanum, varð Elisabeth spurd, hvat hon metti sum tey týdningarmestu átøkini á avrikslistanum hjá Drósini, og hvussu framtíðin sær út hjá arbeiðskvinnufelagnum á Tvøroyri.

 

–          Okra limir fáa eftirløn, og alt arbeiðið er skipað. Tann eldra generasjónin kann við góðari samvitsku leggja frá sær, tí tað eru góðar kreftir, ið nú taka yvir og koyra víðari. Samanhaldið í felagsskapinum hevur altíð verið gott. Okur skipa eisini fyri felags jólafrokosti fyri limirnar, og limirnir brúka eisini møguleikan til at víðka um sjónarringin við skeiðum. Framtíðin hjá Drósuni sær bjørt út, og tað verður sjálvandi altíð tørvur á vaskifólkum.

 

Undirritaði takkar Elisabeth Matras Olsen fyri prátið og ynskir samstundis Arbeiðskvinnufelagnum Drósuni hjartaliga til lukku við 35 ára degnum og blíðan byr framyvir.

 

Aðalfundurin hjá Arbeiðskvinnufelagnum Drósuni verður leygardagin 1. juni kl. 16. Fundurin verður í hølum Tvøroyrar Handverkarafelags, í Miðbrekkuni 8, á Tvøroyri, og Arbeiðskvinnufelagið Drósan boðar frá, at allir limir eru vælkomnir á fundin.

Grein og myndir : Helgi Eidesgaard

 

Facebook viðmerking