Dansibandsfestivalurin: Keyp vikuskiftispass áðrenn 1. mars og spar 200 kr.

Forsølan til Dansibandsfestivalin 2018 er væl ígongd. Nógv vikuskiftispass eru seld og ein stórur partur av kampingplássunum eru eisini seld.

Keyp vikuskiftispass áðrenn 1. mars og spar 200 kr.
 
Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld, til brunsj og grillkvøld, dansibandsgudstænastu og ikki minst hugna og gestablídni. Dansibandsfestivalur er í Vági 4. og 5. mai 2018.
 
Íroknað vikuskiftispassinum er:
Dansur fríggjakvøldm, gongutúrur / rørsluátak leygarmorgun, brunsj leygardag, grillkvøld við felagssangi leygarkvøld, og dansur leygarkvøld
 
Vikuskiftispass fáast á Billett.fo
Fram til og við 28. feb. 2018 kosta vikuskiftispassini 600 kr. + 20 kr. í avgjaldi, tvs. 620 kr.
Og frá 1. mars 2018 kosta vikuskiftispassini 800 kr. + 20 kr. í avgjaldi, tvs. 820 kr.
Keyp vikuskiftispass her.

Facebook viðmerkingar