Sudringar.fo: Tveir venjingardystir ímóti HB

Ítróttur Tíðindi

Suðringar hava seinastu vikuna spælt tveir venjingardystir ímóti HB, ein í Havn ónskvøldið og ein við Stórá leygardagin.

Ónsdagin endaði dysturin við 2-1 sigri til HB. Talan var tó um javnan dyst, har Suðringar vístu góðar taktir. Ari Krosslá Poulsen átti málið fyri Suðringar, sum var eitt “hálvt” sjálvmál.

Leygardagin var so aftur dystur millum Suðringar og HB, hesin dysturin var við Stórá í Trongisvági. Suðringar vunnu dystin 2-0 og talan var um ein fult uppibornan sigur, har Suðringar vóru betri at kalla allan dystin á tamb. Ari Krosslá Poulsen og Salmundur Bech gjørdu málini fyri Suðringar.

Glenn Ståhl, venjari, var eftir dystin við Stórá væl nøgdir við liðavrikið og um at Suðringar vunnu fult uppiborið.

Landskappingin byrjar sunnudagin 11. mars, tá Suðringar taka ímóti NSÍ við Stórá.

Kelda: www.sudringar.fo

Facebook viðmerkingar