Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Poul Andreasen: Summargestir

Summarið er komið og nógv fólk úr útlondum, serliga úr Danmark, koma henda vegin at vitja. Ein av summargestunum er vágbingurin Danjal Johannes Klyver, fyrr Eyðunsson, í Vági nevndur Hanni, sum í 41 ár hevur búð í Danmark.

Hanni er giftur við Ellen, sum er donsk, og tey hitti okur – Hanna og eg – fyri nøkrum døgum síðani inni hjá grannanum her við Heygsvegin í Havn Fíu og Kára Eyðunsson, sum er beiggi Hanna. Okur høvdu eitt hugnaligt prát saman, og sum vera man var nógv tosað um gamlar dagar í Vági. Tað var eingin trupulleiki hjá Ellen at fylgja við og vera við í prátinum, tí hóast hon bara hevur verið í Føroyum nakrar ferðir, skilir hon alt føroyskt og kann eisini lesa føroyskt, so okur tosaðu bara føroyskt.

Dagin eftir sunnudagin, sum tey skuldu fara aftur til Danmarkar við Norrønu, hevði eg eitt prát við Hanna, og hann greiddi m.a. frá:

Í Vági varð eg bara kallaður Hanni , eg eri føddur 6. november 1943. Momma mín Andrea Klyver var úr Porkeri, og pápi mín Eliesar Danielsen, seinni Eyðunsson, var úr Vági. Okur búðu við Ánna Lítlu, og okur vóru nógv systkin: Marita, sum búði í Íslandi, hon doyði fyri nógvum árum síðani, so Jákup sum býr í Vági, so var eg, Einar býr i Vági, Kári býr í Havn, Martin býr í Vági, Narvi býr á Toftum, Heri býr í Danmark, Torgerð býr í Vági og Jórun býr í Porkeri.

Eftir at eg var farin úr skúlanum, arbeiddi eg eini tvey ár í sildini, tað var hjá Kráinum. Ringt var at fáa nakað lærupláss, so eg fór til sjós, tann fyrsta túrin við City of Norwich á ísfisk undir Føroyum, um várið fóru okur yvir á Suðurlandið at fiska. Skipari var Vilmund Ryggshamar, pápi hansara Jens var kokkur. Av Suðurlandinum fóru okur so á Vesturlandið, so á Norðurlandið og endaðu á Eysturlandinum. Hetta hevur verið í 1962. Og árið eftir fór eg við línubátinum Óla Horn, Páll Horn var skipari. Veturin 1964/65 var eg á sjómansskúla í Svendborg, og veturin 1965/66 var eg á sjómansskúlanum í Havn, har eg tók skiparaprógv í 1966. Hetta heystið var eg á sild við Havgásini, Alfred Holm var skipari. Nógv sild var at fáa. Eftir hetta fór eg til Grønlands við Alva Mikkelsen, hann var skipari á einum KGH-línubáti. KGH bygdi línubátar, sum fiskaðu til flakavirkini í Grønlandi. Báturin, sum Alvi førdi, og har eg var bestimaður, var Karl Egede, nakað minni enn línubátarnir í Føroyum. Men tað var trupult hjá okun, har vóru so nógvir hekkutrolarar, serliga týskir, sum gjørdu alt so trupult at fiska hjá okum. Teir tóku ikki atlit til línurnar, so okur mistu nógva línu. Har var eg við í tvey ár. So fekk eg arbeiði á Polaroil í Føroyingahavnini, eg kendi bestýraran/leiðaran har. Hann bjóðaði mær so arbeiði á Polaroil. Hetta var í 1968. Har arbeiddu tá 8 mans, harav tríggir føroyingar. Har arbeiddi eg í tvey ár, og tað var tá, at eg møtti Ellen. Hon var sjúkrarøktarfrøðingur í gomlu Føroyingahavnini. Ellen flutti heim í 1970 og fór at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur í Ålborg, meðan eg fór heim í 1971. Okur giftust og fluttu til Gjøl í Norður-Jútlandi, har okur keyptu hús. Okur vóru eisini heima í Føroyum at vitja foreldur og systkin.

Tað var ein stór broyting at koma til Danmarkar. Alt var øðrvísi, og hvat skuldi man nú fara at takast við? Eg fór so at sigla við coastara í Norður-Europa, í nøkur fá ár. Aftaná tað keypti eg mær ein fiskibát, ein Starlett 29, teir eru bygdur í Esbjerg. Fleiri av teimum eru í Føroyum. Eg fiskaði við hesum báti eini tvey ár úr Hirtshals, Hanstholm og Hvide Sande. Eg var einsamallur, onkuntíð hevði eg onkran við mær. Mær dámdi tað væl, men tað var eitt sindur tvørligt at búgva í Gjøl og fiska við vesturstrondina, langt at koyra. Báturin lá í Hirtsland um vetrarnrar, tá ið eg fiskaði tosk, og í Hvide Sande, tá ið eg fiskaði søtunge frá mitt í apríl og einar tveir mánaðir fram.

Men so var eg so heldigur at koma at sigla sum avloysari á Egholm-ferguni, sum siglir frá Ålborg til oynna Egholm, sumliggur har beint við, einar 5 minuttir hvønn vegin. Hetta er ein lítil ferga til 3 bilar, á oynni Egholm búgva bara um 55 fólk. Hetta var í 1982, og eg var so avloysari har tvey summør, meðan tað fasta fólkið hevði feriu. Og frá 1. januar 1984 fekk eg fast starv á ferguni, og har var eg í 25 ár. Tað vóru 4 fastir menn við og 2 avloysarar. Okur arbeiddu í 3 dagar og høvdu frí í 3 dagar. Tað dámdi mær heilt væl. Hevði eg morgunvaktina frá kl 6 il kl 3 seinrapartin, so hevði makkarin kvøldvaktina, sum var frá 3 til midnátt. Ellen arbeiddi sum heimasjúkrarøktarfrøðingur í Ålborg kommunu í eini 22 ár. Okur arbeiddu í vikuskiftinum, og tað kundi vera eitt sindur keðiligt, tá ið báðir synirnir vóru óvitar. Í vikuskiftunum høvdu teir frí, men tá arbeiddu altíð antin eg ella Ellen. So tá kundu okur ikki gera nakað serligt av hesum sama. Og so høvdu okur frí mitt í vikuni, meðan teir vóru í skúla, so tað var eitt sindur keðiligt uppá tann mátan, tað bar illa til at fara nakrastaðni. Skúli er í Gjøl inntil 7. klassa. Okur eiga tveir synir: Thomas og Mortan, og teir eru 34 og 35 ár. Thomas er juristur og arbeiðir í justitsministeriinum og Mortan er blikksmiðjur. Hann stóð í læru í Gjøl og arbeiddi har í nógv ár, men fyri einum ári síðani flutti hann til Ålborg og arbeiðir nú í einum VVS-firma har. Tá ið Thomas var liðugur at lesa í Århus, kom hann til Ålborg, og arbeiddi hjá ákæruvaldinum (politinum) í Ålborg. Honum dámdi væl arbeiði, og hann var sera ágrýtin í sínum arbeiði, og ein dagin fekk hann so boð úr Justitsministeriinum , har hann kundi fáa arbeiði. Har arbeiðir hann so nú, innan fyri politimyndugleikan har. Av og á arbeiðir hann sum ákæri í Keypmannahavn í serligum málum. Thomas býr í Keypmannahavn saman við konu og tveimum dreingjum. Mortan og konan við tveimum børnum, dreingi og gentu, búgva í okra gomlu húsum í Gjøl, sum hann yvritók, tá ið okur fluttu í nýggj hús í Gjøl. Teir báðir hava eisini verið í Føroyum. Tá ið okur vóru í Føroyum fyri 9 árum síðani, vóru teir við.

Frítíðin hjá okun, ja, tað er seglbáturin. Báturin varð bygdur á skipasmiðju í Suður-Jyllandi, har je sjálvur hjálpti til at byggja hann saman við familju og vinum, at stoypa skrokkin og yvirbygningin. Báturin kom so heim til okun, og varð settur í garðin, og je arbeiddi upp á hann í trý ár. Je fekk hann heim í 1986 og hann varð sjósettur í 1989. Og hann hevur verið á sjónum á hvørjum ári síðani. Je havi verið tríggjar ferðir í Føroyum við seglbáti. Fyrstu ferð var saman við nøkrum monnum frá Fyn, sum hava bát, tað var í 1986. Og so fóru okur við okra báti í 1994 og so aftur í 1999. Men Ellen leggur ikki í at koma við so langt. Henni dámar best at sigla í Danmark, Bornholm, Noregi og Svøríki.

Onkur føroyingur býr á okra leiðum. Ein føroysk kona býr i Gjøl, hon búði har, tá ið okur komu til Gjøl. Hon var vertinna á kroini. Maðurin Erik og Ellis, sum hon eitur, høvdu kroina, sum liggur niðri við havnina. Ellis er slektað úr Havn. Familjan býr á leið við Kongabrúnna. Tey seldu kroina og fluttu í tað gamla meiaríið og gjørdu tað í stand. Men Erik doyði knappliga og Ellis hevur verið einsamøll í nógv ár. Børnini búgva aðrastaðni, men hon kennir nógv fólk í Gjøl. Í Gjøl búgva umleið 1.200 fólk.

Ellen er slektað úr Saltum, og fyrstu ferð eg kom til Saltum saman við konu mín, hoyrdi eg um, at ein føroyingur búði har. Tað var kollfirðingurin Herálvur Geyti. Tað helt eg vera nokk so stuttligt, tí eg mintist Herálv Geyta frá óvitaárunum í Vági. Hann ferðaðist runt um í oyggjunum og vísti film. Herálvur Geyti hevði eitt landbrúk í Saltum, men so seldi hann tað og fekk sær eitt campingpláss, sum hann so hevði, inntil hann varð heilt gamal.

Nú havi eg búð í Danmark í 41 ár, og nú eg komi aftur á vitjan, so kann ikki annað sigast enn, at her er nógv broytt, í Vági og í øllum Føroyum. Nú eru 9 ár síðani okur vóru heima í Føroyum seinast, og tey árini er nógv hent: nýggjur Smyril, Hovstunnilinog mangt annað.

Nú eru okur farin frá og eru pensjóneraði, Ellen fór frá í 2005 og eg í 2008. Tað er soleiðis, at í tey 41 árini, sum okur hava búð í Gjøl, hava okur fingið nógvar vinir. Dámurnar, tær hava eina lítla foreining, tær koma saman fleiri ferðir um árið og tosa um leyst og fast. So var prátið eisini komið inn á tað, at tað kundi verið gott at fingið ein búfelagsskap, tá ið mann bleiv eldri. Tær hava ymsar útbúgvingar, Ellen er sjúkrarøktarfrøðingur, onkur er útbúgvin innan fígging og soleiðis. So hetta hildu tær kundi verið spennandi at gjørt. Eitt økið uppá 8.000 m2 tætt við havnina var lýst til sølu. Har hevði verið ein fiskahandil, men maðurin var deyður, so økið skuldi seljast. Okur funnu so saman, og endin var, at okur keyptu økið.

Tað eru 16 ár síðani. Nøkur av teimum, sum vóru við at keypa, vóru yngri enn okur, so okur gjørdu av, at tað skuldu ganga 10 ár, áðrenn okur bygdu. Tað varð so gjørt. Tað var lokalplanur yvir økið við loyvi at byggja 8 hús. Okur vóru 6, so okur skuldu hava tvey afturat. Tað gekk so, og húsini stóðu liðug í 2007. Okur og hini seldu húsini og fluttu inn í tey nýggju húsini. Mortan, sonurin yvirtók okra gamla hús. Okur halda, at tað er gott at búgva upp á handa mátan, serliga nú okur blíva eldi. Eldri fólk eru ofta ótrygg við at búgva einsamøll. Dáma best at búgva tætt við kend fólk. Okur búgva so tætt saman, so tað er ein tryggleiki í tí.

 

Poul Andreasen

 

Facebook viðmerking