Frá FC SUÐUROY: Langtíðar heildarmenningarætlan fyri kvinnufótbólt

Ítróttur Tíðindi

Sunnudagin 18. mars kl. 18 bjóðar FC Suðuroy øllum gentum, teirra foreldrum og kvinnum til fund í Marghøllini.

SKRÁ
Langtiðarætlan fyri kvinnufótbóltin í FC Suðuroy.

Aftaná verður venjing.

Árgangir
U7
2011 & yngri

U9
2009 & 2010

U11
2007 & 2008

U13
2005 & 2006

U15
2003 & 2004

U18
2000 & 2001 & 2002

2 deild kvinnur
Eldri enn 2000

Allar gentur og kvinnur í oynni eru vælkomar at spæla.

Sum partur av menningarætlanini á kvinnusíðuni hjá FC Suðuroy, bleiv avgjørt á seinasta aðalfundið, at TAÐ ER GRATIS AT SPÆLA FÓTBÓLT Í FC SUÐUROY.

Við vón um góða uppmøting, heilsan

 

Ungdómsformaðurin, Petur Óli Samuelsen, og høvuðsungdómsvenjarin, Jón Pauli Olsen.

Facebook viðmerkingar