Stórur áhugi fyri Dansibandsfestivalinum

Tíðindi

Árligi Dansibandsfestivalurin er í Vági í døgunum 4. og 5. mai. Høvuðsnavn er norska dansibands-drotningin Anne Nørdsti, umframt at føroyskir bólkar eisini spæla á Dansibandsfestivalinum.

Forsølan av vikuskiftispassum hevur verið ígongd síðan januar og kann staðfestast, at áhugin fyri Dasnibandsfestivalinum í ár er stórur og nógv fleiri vikuskiftispass eru seld higartil enn undanfarin ár.

Kampingøkið er eisini útselt, bæði tað eystanfyri Vágs Høll og økið vestanfyri Vágs Høll. Arbeitt verður við at kanna møguleikan fyri at víðka kampingplássið, men verður annars víst til Visit Suðuroy skrivstovuna í Vági á info@vagur.fo ella tlf. 239390 fyri gisting í samband við Dansibandsfestivalin.

 

Facebook viðmerkingar