VB-Neistin leygardagin kl. 15

Leygardagin kl. 15 tekur VB ímóti Neistanum í Vágs Høll.

VB stríðist framvegis fyri at røkka FM-finaluna, men kravið er, at VB vinnur at kalla allar dystir, sum eftir eru.

Neistin kann framvegis røkka bronsumedaljuna, men er kravið tá, at Neista-kvinnur í dag vinna ímóti VB.

Dysturin VB-Neistin byrjar kl. 15.

Facebook viðmerkingar