Suðringar vunnu 2-1 í Sørvági

Ítróttur Tíðindi

Suðringar vunnu seinnapartin 2-1 ímóti 07 Vestur í Sørvági. Dagsins maður gjørdist ungi Stefan Radosaljevic, sum gjørdu bæði málini hjá Suðringum, bæði vóru brotsspark.

Tað var annars 07 Vestur, sum legði seg á odda tá 5 minuttir vóru farnir. Suðringar svaraðu aftur í 23. minutti, tá Stefan var tryggur frá brotssparksblettinum. Og í síðsta minutti gjørdi Stefan tað til 2-1.

Suðringar koma sostatt suður við øllum 3 stigum úr Vágum í kvøld.

Facebook viðmerkingar