Anna Óladóttir í altjóða dansi kapping

Tíðindi

25.mars luttekur Anna Óladóttir í altjóða kapping í dansi í Edenburg. Kappingin nevnist Destination Dance.

Á síðuni hjá Destination dance stendur m.a. at hetta er ein tann størsta kappingin sum er, og vinningarnar eru sera góðir – m.a. stipedium til fleiri stórar og eftirtragtaðar dansiskúlar.

Anna er 14 ára gomul og er ein av okkara dugnaligu fimleikarum. Hon er dóttur Óla Johannesen og Randi Weihi, og fer Óli til Edenburg saman við Onnu.

Seinastu árini hevur hon framført, saman við Britt, til ma fimleikaframsýningar og jólahald, har ymsu lopini hava verið andastøðgandi, fyri okkum vannligu menniskju, sum vannliga hava bæði beinini á jørðini.

Seinasta summar var Anna á feriu í Edenburg, har hon samstundis luttók á einum vikuskeiði, sum eitur contemperary summerintensive ages 13-18 (altso contemperary/modernaður dansur) hjá Dancebase national centre for dance, og nú fer hon so aftur til Edenburg at luttaka í kapping.

Anna fortelur, at hon hevur tvær solo’ir. Ein teirra er ein acro solo (acro merkir at serian er koreograferað við fleiri lopum, enn dansi). Hin solo’in er ein modernað solo (modernaður dansur er ein seria ið gongur seint fyri seg og týdningarmiklast er at allar rørslurnar kennast flótandi og hoyra væl saman).

Spennandi!!

Um onkur skuldi verið í Edenburg komandi vikuskifti, og kundi hugsa sær at hugt framvið og stuðla Onnu, so er kappingin í leikhúsinum, The Brunton Theatre. Meiri um kappingina kann lesast á http://destinationdanceuk.com/about/

Vit í Tvøroyrar Fimleikafelag ynskja Onnu alt tað besta og góða eydnu í Edenburg komandi vikuskifti.

 

Facebook viðmerkingar