VB greiðan sigur á Neistanum

Ítróttur Tíðindi

Leygardagin tók VB ímóti Neistanum í Vágs Høll. Nakað av spenningini var undan dystinum, tí Neistin herfyri vann á Kyndli, sum er á 2. plássi. Men VB-kvinnurnar lótu ongan iva verða og vunnu dystin greitt 25-20.

Hálvleiksstøðan var 11-10.

VB var eisini á odda allan dystin, hóast tað gekk javnari á í fyrra hálvleiki enn í seinna. Dysturin bleiv í veruleikanum avgjørdur fyrstu 10 minuttirnar í seinna hálvleiki, tá VB fór frá 12-12 javnleiki til 6 máls leiðslu, 19-13.

Dysturin endaði við 5 máls sigri, 25-20.

Málskjúttar hjá VB vóru:

Gurið K. Augustinussen: 6 mál
Barbara Hjelm og Bára K. Mortensen: 4 mál
Agnes Fallesen og Rannvá Johannesen: 3 mál
Rúna Jacobsen og Laila Jespersen: 2 mál
Christina Holm: 1 mál

 

Facebook viðmerkingar