Tíðindaskriv: Føroya Sunnasta 1/2marathon gerst enn BETRI

Ítróttur Tíðindi

Føroya Sunnasta 1/2marathon, ið var á fyrsta sinni í fjør, hevur longu nú fingið sera góða tilmelding til ársins tiltak.

Nú verður eisini boða frá, at útyvir teir 90 luttakararnar, ið hava melda til, so hevur eisini BETRI samtakið valt at virka við. BETRI ynskir at enn fleiri fáa møguleikan at uppliva hetta góða tiltak og tað sum hetta tiltak ber í sær, við eitt nú upplivingum, náttúru, betri heilsu, hugna, mentan og at koma hvørjum øðrum við, ið júst er tað sum Føroya Sunnasta 1/2marathon snýr seg um.
 
At so nógv longu nú hava valt at melda til, er tekin um at tiltakið í fjør eyðnasti væl, tí fleiri nógv av teimum ið hava melda til, vóru eisini við í fjør. 
 
Endamálið hjá Rørslufelagnum Hvistuni í Suðuroynni, er at eggja fleiri til at koma út at røra seg, fáa ein betri gerandisdag við betri kropsligari og sálarligari heilsu

Facebook viðmerkingar