Borðtennis: FM kapping í yngru deildunum.

Ítróttur Tíðindi

Ì vikuskiftinum skipaði Borðtennissamband Føroya fyri FM kapping í teimum yngru deildunum. Kappingin var í Ítróttarhøllini í Trongisvági, og spælt bleiv bæði í einmannsleiki og tvímannsleiki í øllum deildum. Lagt var til brots longu fríggjakvøldið við teimum yngstu, og síðani varð hildið áfram allan leygardagin.

Í teimum yngru gentudeildunum var tað TBF, sum var tann tann stóri sigursharrin, men í gentu- og kvinnuunglingadeildini var tað Sólja Djurhuus út TÓR, sum vann. Sólja er eisini júst úttikin til tað føroyska A-landsliðið í borðtennis, sum skal luttaka í Arctic Open í Grønlandi um Hvítusunnuna.

Hjá dreingjunum var tað TÓR, sum vann flestu deildirnar. Her var tað serliga Rói Hjaltason, sum varð tann stóri sigursharrin. Hann vann ikki minni enn tríggjar deildir ávikavist smádreingir, dreingir og mansungligar. Sanniliga eitt bragd av unga Havnarmanninum.

Vikuskiftið 6.-7. apríl verður so FM kappingin hjá teimum vaksnu avgreidd. Spælt verður innleiðandi fríggjakvøldið 6. apríl, og finalurnar verða leiktar leygardagin 7. apríl í sambandi við stóra finaludagin hjá borðtennis, badminton og judo í høllini á Hálsi.

Myndir av øllum FM vinnarunum eru at síggja á www.btsf.fo.

Úrslitini frá FM kappingini vóru annars hesi:

Pinkur

Einmansleikur

Nr.1 Marin Elisabeth Poulsen, TBF (Tíðindamynd)

Nr.2 Rebekka Debes, TBF

 

Smágentur

Einmansleikur

Nr.1 Anja Wongwai, TBF

Nr.2 Bára Guttesen, TBF

Nr.3 Beinta D. Joensen, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Beinta D. Joensen og Marin Elisabeth Poulsen, TBF

Nr.2 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

 

 

Gentur:

Einmansleikur

Nr.1 Sólja Djurhuus, TÓR

Nr.2 Beinta D. Joensen, TBF

Nr.3 Anja Wongwai, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Sólja Djurhuus, TÓR og Vivtoria Debes, TBF

Nr.2 Marin Elisabeth Poulsen og Hanna Højgaard, TBF

Nr.3 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

 

Kvinnuunglingar:

Einmansleikur

Nr.1 Sólja Djurhuus, TÓR

Nr.2 Maria Albinus, TBF

Nr.3 Victoria Debes, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Maria Albinus, TBF og Sólja Djurhuus, TÓR

Nr.2 Victoria Debes og Beinta D. Joensen, TBF

Nr.3 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

 

Smápiltar

Einmansleikur

Nr.1 Baldrian R. Nolsøe, TBF

Nr.2 Filip Roest, TBF

Nr.3 Lias Arnason, TBF

 

Piltar

Einmansleikur

Nr.1 Jósva Højgaard, TBF

Nr.2 Regin oman Tún, TBF

Nr.3 Niels Juul A. Poulsen, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Jósva Højgaard og Filip Roest, TBF

Nr.2 Baldrian Nolsøe og Niels Juul A. Poulsen, TBF

Nr.3 Regin oman Tún og Lias Arnason, TBF

 

 

Smádreingir:

Einmansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR

Nr.2 Tórur E. Eliasen, TÓR

Nr.3 Aron Frankieson, TÓR

Tvímansleikur

Nr.1 Tórur Ei Eliasen og Aron Frankieson, TÓR

Nr.2 Høgni Heinason og Rói Hjaltason, TÓR

Nr.3 Julian Frankieson og Tór Magnus Kruse, TÓR

 

Dreingir:

Einmansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR

Nr.2 Tórur Ei Eliasen, TÓR

Nr.3 Julian Frankieson, TÓR

Tvímansleikur

Nr.1 Aron Frankieson og Tórur Ei Eliasen, TÓR

Nr.2 Rói Hjaltason og Høgni Heinason, TÓR

Nr.3 Hallur Ferjá, TBF og Julian Frankieson, TÓR

 

Mansunglingar:

Einmansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR

Nr.2 Helgi Ólavsson, TBF

Nr.3 Tórur Ei Eliasen, TÓR

Tvímansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason og Høgni Heinason, TÓR

Nr.2 Tórur Ei Eliasen og Aron Frankieson, TÓR

Nr.3 Ári F. Jensen og Julian Frankieson, TÓR

 

Facebook viðmerkingar