Játtanarkarmar 2019: Varligur fíggjarpolitikkur, stórt avlop og íløgur kring landið

Tíðindi

Tíðindaskriv: Avlopið hjá landinum verður eftir ætlan 400 mió. kr. í 2019, og rakstrarútreiðslurnar vaksa 2,0% komandi ár. 

Hetta gjørdist greitt, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, í dag legði fram játtanarkarmarnar fyri 2019. Karmarnir leggja fíggjarpolitisku kósina hjá samgonguni fyri árini 2019-2023. 

Góðar tíðir krevja varsemi

Búskaparstøðan er góð og óvanliga stórur vøkstur hevur verið í búskapinum seinastu árini. Arbeiðsloysið er søguliga lágt og tað lægsta síðan 2008. Lønargjaldingarnar eru øktar næstan 6% seinasta árið. Talið av løntakarum er økt við sløkum 700 persónum, og er nú tað hægsta nakrantíð. Vit eru í einum búskaparligum hákonjunkturi. 

Í framløgu sínari legði landsstýriskvinnan dent á, at í verandi búskaparstøðu er neyðugt, at tað almenna heldur aftur, tí tað er ikki ráðiligt at økja enn meira um ferðina í búskapinum. Mælt verður tí til at halda aftur bæði í rakstri og íløgum, og sum heild at vísa varsemi í fíggjarpolitisku kósini. 

Hetta verður í játtanarkørmunum fyri 2019 gjørt við at hava ein lágan rakstrarvøkstur á 2,0%, avlop á 400 mió. kr. og eitt vet færri íløgur í 2019 enn í 2018. 

2019 verður fjórða árið hjá samgonguni

Árið 2019 verður fjórða árið hjá verandi landsstýri og samgongu í landsins leiðslu. Landsstýriskvinnan nýtti í hesum sambandi høvið til at taka samanum, og greiða frá støðuni í teimum málum, ið samgongan setti sær fyri, tá hon tók við í 2015. Eisini varð greitt frá, hvørji høvuðsmálini eru frameftir. 

Kristina Háfoss vísti á, at tað er gleðiligt, at flestu av høvuðsmálunum hjá samgonguni fyri at røkka einum sjálvbjargnari, samhaldsfastari og tíðarhóskandi Føroyum, annaðhvørt eru rokkin, ella eru komin so væl ávegis, at tey eru komin í Løgtingið til støðutakan.

Íløgur kring alt landið

Íløgukarmurin verður 420 mió. kr. í 2019. Árini 2020 til 2023 verður íløgukarmurin árliga millum 390 og 449 mió. kr. Framgongdin er ikki eins stór í øllum pørtum av landinum. Tí er dentur lagdur á at gera íløgur kring alt landið fyri at tryggja, at framgongdin í búskapinum í størst møguligan mun kemur øllum samfelagnum til góðar.

Størstu íløgurnar hjá landinum í tíðarskeiðnum fyri játtanarkarmarnar (2019-2023) eru:

  • Miðnám í Kambsdali, Eftirskúli í Suðuroy, Ítróttaháskúlin í Vági og Húsarhaldsskúli í Klaksvík
  • Nýggir bústovnar og vardir bústaðir
  • Hvalbiartunnil, Tunlar norður um fjall, tunnilstoymi at fremja smærri tunnilsverkætlanir kring landið og fyrireiking av tunli v.m. til Vestmanna
  • Landssjúkrahúsið
  • Havrannsóknarskip
  • Sjóvinnustýrið nýggj høli í Vágum
  • Tjóðleikhús, Fróðskaparsetur Føroya og Tjóðsavn Føroya
  • Eysturoyar- og Sandoyartunlar og atknýttir vegir
  • Talgildu Føroyar.

Hartil er játtan til havnir, vegakervið, medicoteknisk tól og viðlíkahald av bygningum, skipum og tunlum kring landið.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Góðar tíðir krevja fíggjarligt varsemi. Tí í góðum tíðum er alneyðugt við stórum avlopum fyri at minka skuld og seta av til verri tíðir. Tað hevur hartil stóran týdning at hava varligan vøkstur í rakstrarútreiðslunum, tí vit skulu hava ráð at reka vælferðarsamfelag okkara á minst sama støði, eisini um inntøkurnar skuldu minkað í framtíðini. Fegin um, at vit við játtanarkørmunum fyri 2019 føra ein varligan fíggjarpolitikk og skynsaman búskaparpolitikk, ið leggja trygt grundarlag undir okkara vælferðarsamfelag, og ger okkum meira sjálvbjargin búskaparliga.”  

Facebook viðmerkingar