BROYTING! Suðuroyarmeistaraskap í sjavs 30. Mars

Ítróttur Tíðindi

Suðuroyarmeistarakappung 2018 í sjavs verður vesturi í VB-húsinum fríggjakvøldið 30. mars.2018 kl. 18.30.

Nr. 1. og Nr. 2 í kappingini vinna sjavstúr, íroknað kamar, við Norrønu í summar. Túrurin er frá 10-13 juni.

Nr. 3 vinnur 1/2 ísl. krov í part og Nr 4. vinnur gávubræv, frá Torginum, áljóðandi 500,00kr hvørt.

Øll 4 pørini vinna eisini steyp sum Betri og Bank Nordik geva.

15 vinningar á lutaseðlum, verða burturlutaðir.

Kostnaður fyri hvønn luttakara er 100,00 kr.

Suppa v/breyði fæst til keyps.Kostnaður fyri suppu er 30,00kr, íroknað er kaffi/the og kaka.

Tekning skal til fyri at luttaka. Meldast skal til við at ringja innan kl.12.00 fríggjadagin 30. mars.

Ringjast skal á tlf 254931 ella 272667.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar