Hvør hevur steðga Dalstunlinum?

Tíðindi

Henrik Old: Hoyrdi í Degi og Viku at sjónvarpið var á øsingarferð í Dali, tí tunnilsætlan til Dals var steðgað.

Seinastu mongu árini haldi eg meg vera ein av teimum fáu, um ikki tann einasti, sum hevur talað fyri at fáa starta upp eitt tunnilslið, sum kann byrja at bora til smærru bygdirnar so sum Famjin, Dal, Tjørnuvík og Gjógv. Nú lukkaðist so enduliga at fáa sett av eina játtan til hetta endamál. Tí undrist eg eisini yvir, at borgarstjórin í Húsavík í grein lýsir “ætlanin at gera Dalstunnilin er slept” hvar tey tíðindi so koma frá.

Tá eg læt fíggjarlógaruppskotið úr hondum niðan í Løgtingi, stóð orðarætt: “Eitt tunnilslið verður skipa, sum eftir ætlan skal bora tunlar til smærru bygdirnar, so sum Famjin, til Dals, Tjørnuvíkar og til Gjáar, so langt játtanin røkkur á hvørjum árið.

Ásannast má, at tað ikki hevur borið til at fingið játtanir til vega til smærru farleiðirnar.
Og besta loysn er mangan at tunnil verður gjørdur.
Tað verða játtaðar 7 mio til endamálið í 2018”, hesi vóru orðini beinleiðis úr fíggjarlóguni.

Tá uppskotið um Hvalbiartunnil var sent í Tingið, og onki var ásett um Famjinstunnil, gav eg boð til Landsverk um at byrjast skuldi at bora til Famjins við tunnilsliðnum.

Áðrenn tað vóru ongi boð latin frá mær, um hvar byrjast skuldi at bora við tunnilsliðnum.

Umráðandi er, at tá byrja verður at bora, at tað er væl fyrireika, og tann útgerð sum skal til, er til staðar, tí tað er ein ávís mótstøða ímóti at gera tunlar á hendan hátt.

Sum sagt omanfyri, so er mín meining at hettar er einasti máti at koma nakran veg, og tað hevur tíðin eisini víst.

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum eg læt úr hondum síðsta heyst, vóru avsettar 1 mió. kr. til Dals tað sama sum fyri árið í fjør, og 7,5 mio kr. í 2020, við tí fyri eyga at Dalstunnilin skal koma ígjøgnum, tí hann verður helst meira enn dupult so langur sum Famjinstunnilin og væl longri enn Tjørnuvíkartunnilin.

Hettar umframt tað árligu játtan sum tunnilsliðið fær.

Ein tunnil til Famjins verður knappar 900 metrar. So um Dalstunnilin byrjar í heyst ella til várs aftur, tá øll viðurskiftir eru komin uppá pláss, man fara at ganga, tá man nú er so nær við.  

Henrik Old

Facebook viðmerkingar