SJÓNVARP: Leikararnir menna seg væl

SUÐRINGAR.FO: Joakim Svedberg hevur síðan januar mánað verið fysiskur venjari hjá Suðringum og hevur hann saman við Glenn Ståhl, venjara, skipað fysisku venjingina hjá leikarunum.

Joakim greiðir í sjónvarpssamrøðuni frá sínari bakgrund og hvussu arbeitt hevur verið við leikarunum síðani ársbyrjan. Joakim sigur eisini, at leikararnir hava ment seg væl og hetta sæst eisini aftur í testunum, sum eru gjørdar í januar, februar og nú í mars.

Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja sjónvarpssamrøðuna við Joakim Svedberg.

Facebook viðmerkingar