Hugskotskapping um Roykstovuna á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna: Í sambandi við, at Tvøroyrar kommuna fyrr í ár keypti Roykstovuna – eisini nevnd Faktorhúsini – sum eru fyrstu sethús, ið vórðu bygd á Tvøroyri í 1836, fer kommunan nú at skipa fyri einari hugskotskapping við tí endamáli, at finna út av, hvat virksemi Roykstovan skal fevna um í komandi tíðum.

Tvøroyrar býráð samtykti 5. mars í ár, at fylgja tilælinum frá borgarstjóranum um, at skipa verður fyri einari hugskotskapping, har almenningurin – borgarin, leik- og yrkisfólk – kunnu koma við hugskotum um, hvat Roykstovan kann verða brúkt til. Roykstovan er staðsett miðskeiðis á Tvøroyri yvirav bygdasavninum og havnalagnum. Ognin á matr.nr. 440a Froðba – Tvøroyri – hevur eitt grundøki til støddar 1268 m2 við ástandandi sethúsum og hjalli, sí viðløgdu myndir av ognini.

Fyrstu niðursetufólk á Tvøroyri komu í 1836, tá ein útihandil av kongaliga einahandilinum varð settur á stovn. Leiðarin fyri útihandilin á Tvøroyri – eisini nevndur faktorin – flutti við húski sínum inn í Roykstovuna. Tá kongaligi einahandilin helt uppat í 1856, og fríhandilin tók yvir, bleiv ognin avhendað til Thomsen familjuna, tó flutti familjan tó fyrst inn árið eftir, tí táverandi faktorin búði framvegis har.

Tað er frítt hjá almenninginum, at koma við hugskotum um, hvat Roykstovan skal verða brúkt til í komandi tíðum. Tvøroyrar kommuna ynskir tó, at hugskotini taka atlit, at Roykstovan er ein týdningarmikil partur av Tvøroyrar søgu, tá talan er um menningina her á staðnum í mun til vinnulívið, mentanar- og sosiala øki. Vinnuliga menningin á Tvøroyri í farnu øld, sum var við til at menna føroyska samfelagið í heila tikið, gjørdi tað møguligt, at menna eina virkna arbeiðararørslu bæði á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum.
Íverksetan innan vinnuøki, sum sæst aftur í dag við uppafturbygging av stórum og nútímans uppsjóvar-virkið, sosiala medvitið saman við einum virknum mentanarlívið er eyðkenni fyri Tvøroyri.

Tvøroyrar kommuna leggur upp til, at borgarar og áhugapartar annars taka atlit til omanfyri nevndu viðurskifti, og at Roykstovan verður partur av einari miðbýarætlan, tá hugskot verða send kommununi.

Hugskotskappingin verður hildin í tíðarskeiðinum frá 28. mars til og við 23. mai 2018 kl. 12:00. Virðislønir á ávíkavist kr. 6.000,- 4.000,- og 2.000,- verða latnar fyri 1. 2. og 3. besta hugskotið.

Hugskotini kunnu sendast til Tvøroyrar kommunu bæði við vanligum posti og talgilt. Tvøroyrar Kommuna tilskilar sær rættin til ikki at velja nakað av innkomnu uppskotunum.

Facebook viðmerkingar