VB-Kyndil kl. 15 Skertisdag

Kl. 15 í dag, Skertisdag, verður ein sera avgerandi dystur í Vágs Høll, tá VB tekur ímóti Kyndli.

Bæði Kyndil.og VB stríðast fyri at vinna sess í FM-finaluni. Í løtuni hevur Kyndil munin. Kyndil hevur 32 stig, VB 29 stig. Bæði liðini hava spælt 20 dystir.

Skal VB í FM-finaluna er kravið ein sigur.

Dysturin er í Vágs Høll kl. 15.00

Facebook viðmerkingar