Litfilmsupptøkur úr Vági og Lopra frá 1953

Tíðindi

Litfilmsupptøkur úr Vági og Lopra frá 1953. Á upptøkunum síggjast m.a. Dias á Heyggi, Mikkjal Godtfred og Andrew Godtfred.

Litfilmsupptøkur hjá Alf og James Cordiner, feðgar úr Aberdeen í Skotlandi, ið vóru stórir Føroyavinir, og vitjaðu javnan her á klettunum.

Samskiftið millum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen og Ingu Simonsen í Havn førdi til, at abbasonur James og sonur Alf, Stephen Cordiner lat filmsrullirnar til Føroyar.

Filmin hevur Heri Simonsen lagt á Youtube.

 

Facebook viðmerkingar