Sudringar.fo: Ein sigur, ein javnleik og eitt tap

Ítróttur Tíðindi

Leygardagin vóru trý lið hjá Suðringum í dysti. U15 og U17 spældu norðanfjørðs, meðan 1. Deild spældi við Stórá.

Heimasíðan hjá Suðringum, www.sudringar.fo, skrivar, at talan gjørdist um ein sigur, ein javnleik og eitt tap.

U15 vann 2-1 á Sandi ímóti B71. 1. Deild spældi málleysan javnleik ímóti Giza Hoyvík við Stórá, og U17 tapti 1-3 ímóti Giza Hoyvík í Hoyvík.

Kelda: www.sudringar.fo

 

Facebook viðmerkingar