Kom við Krabbameinsfelagnum gongutúr á summarmáladegi

Fært tú ikki upp í lag at fara í venjingarmiðstøð? Ella passa tíðirnar til innandura fótbólt ikki? Ikki skal altíð so nógv til fyri at røra seg. Lat teg í skógvarnar og kom ein túr. Kom við Krabbameinsfelagnum gongutúr á summarmáladegi

Summarmáladag byrjar summarhálvárið, mýrisnípan kemur og lundin kemur undir land. Tá er eitt gott høvi at fara út í náttúruna aftur eftir ein kaldan og myrkan vetur, nú vit ganga móti ljósari og heitari tíðum.

Nógvar kanningar eru gjørdar, sum vísa á, at røra vit okkum javnan, kann hetta minka um vandan fyri krabbameini. Verjandi ávirkanin, sum rørsla hevur á krabbamein, veksur munandi, jú virknari vit eru.

Rørsla er eisini umráðandi í sambandi við krabbameinssjúku, bæði likamliga og sálarliga. Rørsla bøtir um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis sum hon gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Summarmáladag, leygardagin 14. apríl, skipar Krabbameinsfelagið fyri gongutúrum. Vit fara til gongu ymsastaðni um landið. Talan er um lættar túrar, so at øll kunnu vera við. Tað einasta, tú skal gera, er at møta upp.

Vágur: Vit møtast kl. 10.00 uttanfyri Marghøllina í Vági. Túrsamskiparar eru Sigurð Marner Simonsen og Finngerð Mikkelsen.

Tvøroyri: Vit møtast kl.14.00 við Fornminnissavnið. Rutan er ein túrur í miðbýnum á umleið 50 min. Túrsamskipari er Hildigarð Jacobsen.

Facebook viðmerkingar