VB tapti ímóti Stjørnuni

VB tók 2. páskadag ímóti Stjørnuni í Vágs Høll. Skuldi VB gera sær nakra vón um at vinna sess í FM-finaluni, so var tað ein sigur eitt krav ímóti Stjørnuni. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.

Dysturin byrjaði annars rímiliga javnt. Liðini bæði fylgdust fyrstu 10 minuttirnar, men við 10 góðum minuttum legði Stjørnan seg framum 12-7 og VB megnaði ongantíð av álvara at svara aftur.

Hálvleiksstøðan var 18-13 til Stjørnuna og tá seinni hálvleikur var av, var úrslitið á dystinum 36-32 til Stjørnuna.

Málskjúttar hjá VB vóru:

Rúna Jacobsen: 8 mál
Agnes Fallesen og Gurið K. Augustinussen: 6 mál
Barbara K. Hjelm og Bára K. Mortensen: 4 mál
Christina Holm: 3 mál
Sofia Schrøter: 1 mál

 

Facebook viðmerkingar