Suðringar taptu 0-3 ímóti Skála

Ítróttur Tíðindi

Sudringar.fo: Suðringar taptu í dag 0-3 ímóti Skála, eftir at Skála longu í 5. minutti legði seg á odda 1-0.

Ikki tað Suðringar høvdu fleiri stórar málmøguleikar, sum vit tó ikki megnaðu at umseta til mál. Og tá vit so løgdu uppaftur meiri fyri í royndini at fáa mál, so revsaði heimaliðið okkum og skoraði 2 mál seinastu 10 minuttirnar av dystinum.

Leikliga var talan um ein javnan dyst, har vit heilt greitt høvdu málmøguleikarnir til at fáa okkurt burturúr dystin. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.

Í næstu viku er aftur ein trupul útidystur á skránni, tá leiðin gongur til Havnar, har B36 tekur ímóti.

Facebook viðmerkingar