Suðuroyartunnilin á veg inn á landspolitiska dagsskrá

Tíðindi

Alt bendir á, at Suðuroyartunnilin nú er á veg á landspolitiska dagsskrá. Tjóðveldi hevur í vikuskiftinum havt floksting í Klaksvík og í samrøðu við KVF leygardagin, staðfesti Høgni Hoydal, formaður, Suðuroyartunnilin skal gerast.

Høgni Hoydal segði m.a.:  “Fyri Suðuroynna og Sandoynna eru samferðslumøguleikar avgerandi umframt onnur átøk. Og skulu vit halda fram at byggja landið saman eftir eini skipaðari og fíggjaðari ætlan. Suðuroyartunnil umframt aðrar samferðslíløgur – tildømis her norður um fjall og til smábygdur – skulu og fara at verða gjørdir”

Samrøða kann hoyrast her í fullum líki: her.

 

Facebook viðmerkingar