Vágs kommuna søkir eftir fólki til Visit Suðuroy skrivstovuna í Vági

Søkt verður eftir starvsfólki til Visit Suðuroy skrivstovuna hjá Vágs kommunu at starvast tíðaravmarkað frá skjótast tilber til 31. mars 2020, áleið 35,5 tímar um vikuna.

Visit Suðuroy veitir tænastu til bæði borgarar í Vágs kommunu  og Suðuroynni sum heild. Hetta verður seg at svara spurningum og veita kunning, søla av ymsum slag og ikki minst at samskipa bæði smærri og størri tiltøk í Vági og Suðuroynni.

Visit Suðuroy er eisini staðið har ferðafólk venda sær, bæði umvegis telefon, teldupost og koma á staðið. Av somu orsøk er neyðugt at hava eina breiða vitan um hvat hendir, og hvørjir møguleikar eru í Suðuroynni.

Visit Suðuroy skrivstovan heldur til í Miðlatúni í miðbýnum í Vági, har eisini býarbókasavn og umsitingin av Fjarlestrardeplinum heldur til.

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • At veita kunning
  • Vegleiða ferðafólk um hvussu tey ferðast í Suðuroynni/Føroyum, og hvørji støð eru áhugaverd at vitja
  • Dagføra heimasíðurnar, gera yvirlit yvir tiltøk til vitjandi os.fr.
  • Selja útferðir og gistingar til bæði føroysk og útlendsk ferðafólk
  • Samskipa bæði smærri og størri tiltøk í Vági og Suðuroynni.

 

Vit vænta:

  • at umsøkjarin hevur góðan málkunnleika, og er før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt á skandinaviskum og enskum.
  • at umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika, tí umframt nógv av tí dagliga samskiftinum fer fram um teldu, kemur umsøkjarin eisini at arbeiða við heimasíðuskipanum.
  • at umsøkjarin er flexibul, tí umsøkjarin kann vænta at koma at ferðast ofta í Føroyum og møguliga onkra messu/workshop uttanlands.
  • at umsøkjarin er vanur við at arbeiða sjálvstøðugt
  • tað kann verða ein fyrimunir, um umsøkjarin hevur royndir frá samskipan av mentanartiltøkum, men ikki eitt krav

 

Vit bjóða tær:

Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss. Arbeiðsdagarnir hjá Visit Suðuroy er um summarið sera lívligir, og í starvinum fært tú samband við fólk úr ymsum londum, lærir um hvat tey søkja og somuleiðis lærir tú eisini okkurt nýtt um londini, ið tey koma frá.

 

Lønarviðurskifti:

Starvið er lønt í  lønarflokki 3 samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skrivstovuna á tlf. 663000

Freistin at søkja starvið er 25. apríl 2018 kl. 12.00

 

Umsóknin skal sendast til :

Vágs kommunu

Vágsvegur 30

Postboks 29

FO-900 Vágur

 

Ella umvegis teldupost á vagur@vagur.fo

 

Facebook viðmerkingar