Fólkatalið veksur alsamt og var 50.750 tann 1. mars

Tíðindi

Fólkatalið var 50.750 tann 1. mars. Tað er vaksið við 760 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðar skeiðnum 1. mars 2017 – 1. mars 2018. Tað kemur av nettotilflyting á 551 og burðaravlopi á 209. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið minkað við 73, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 99. Størsti fólkavøksturin er í Eysturoyar sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið, meðan tað einans er ein minking í Sandoyar sýslu.

Stóru kommunurnar vaksa mest í tali men fleiri smærri vaksa nógv meir lutfalsliga
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar, Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar, vaksa mest í tali. Lutfalsliga liggur Klaksvíkar kommuna nakað niðan fyri landsmiðal, Tórshavnar kommuna beint á landsmiðal og Runavíkar kommuna beint omanfyri.

Lutfalsliga er vøksturin størri í nøkrum av teim smæru og miðalstóru kommununum, so sum Sjóvar kommunu við 4,9% og Nes kommunu við 4,1%.

Aðrar smærri og miðalstórar kommunur við vøkstri væl oman fyri landsmiðal eru Eiðis, Viðareiðis, Vestmanna, Sunda og Hvannasunds kommunur.

Av stóru kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið stendur í stað.

Av smáu kommununum er størsti vøkstur í Porkeris og Kunoyar kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í Fámjins, Húsavíkar, og Fugloyar kommunum.

 

 

Facebook viðmerkingar