Eldrafimleikur í Hvalba

Tíðindi

So endaði eldrafimleikurin, ið hevur verið hetta kvøldskúlaárið i fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla.

Hetta hevur verið eitt sera hugaligt átak, og undirtøkan hevur verið serstakliga góð henda veturin, sigur Nita Næs, ið hevur undirvíst í eldrafimleiki.

Tey luttakandi hava verið í aldrinum frá 65 til 86 ár, og tey hava møtt sera væl upp og verið sera jalig og lívsgevandi.

Vit takka Hvalbiar Kommunu fyri at stuðla hesum góða tilboði, og fyri at stuðla bilflutninginum, so at øll, ið ynskja tað, kunnu luttaka.

Øll vóru ikki henda seinasta dagin, tá myndirnar vórðu tiknar.

Facebook viðmerkingar