Suðringar í Gundadal tórskvøldið

Ítróttur Tíðindi

Sudringar.fo: Tórskvøldið kl. 18 er ein trupul útidystur á skránni, tá leiðin gongur til Havnar, har B36 tekur ímóti í Gundadali.

Suðringar hava fingið 3 stig av 12 møguligum í fyrstu 4 umførunum, men liðið hevur spæl-messiga ment seg og spælt betur og betur hvønn dyst – og ikki minst skapt málmøguleikar.

B36 hevur eins og í fjør havt eina trilvandi byrjan við 4 stigum eftir fyrstu 4 umførini.

Dysturin í Gundaldai byrjar kl. 18.00.

Facebook viðmerkingar