Føroyskir læknar hava framíhjárætt

Tíðindi

Føroyskir læknar hava framíhjárætt at søkja nýggju útbúgvingarstørvini í Føroyum

Eitt av týðandi tilmælunum í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið verður veruleiki, nú Landssjúkrahúsið hevur lýst leys fimm sonevnd KBU-størv til føroysk læknalesandi í Danmark at søkja.

Stóra broytingin er, at nú hava føroyingar framíhjárætt at søkja hesi størv. Áður var tað so, at føroyingar vóru saman við dønum í lutakasti um KBU plássini í Føroyum.

Tá Føroyar er eitt vælumtókt útbúgvingarstað, og stórur eftirspurningur er eftir at taka KBU-skeiðið í Føroyum, hevur tað havt ta avleiðing, at fleiri føroyingar ikki sluppu til Føroyar í KBU-starv, hóast tey ynsktu tað.

Tað hevur verið eitt ynski frá bæði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu og føroyska heilsuverkinum at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum um árið.

“Tað er sjón fyri søgn, at styrkja vit sambandið við føroyskar læknar tíðliga í teirra útbúgvingarskeiði, so økist møguleikin fyri, at hesi aftur fara at velja Føroyar í teirra yrkisleið. At føroyingar hava ein framíhjárætt at søkja hesi útbúgvingarstørv, er eftir mínum tykki avgerandi í arbeiðinum at fáa fleiri læknar at starvast í føroyska heilsuverkinum í framtíðini”, sigur Sirið Stenberg í viðmerking.

UM KBU-STØRV
KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið frameftir á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. KBU svarar til tað, vit áður kallaðu turnus. Landssjúkrahúsið lýsir í løtuni eftir fimm KBU læknum til setan komandi vár. Umsøkjarar, sum hava tilknýtið til Føroyar ella duga føroyskt í skrift og talu, hava ein fyrimun.

Facebook viðmerkingar