Kjakast um kjak

Tíðindi

Felagsskapurin Valkyrjurnar fara tórskvøldið 19. apríl kl. 19.00 – á Café MorMor – at umrøða evnið kjak frá ymiskum sjónarmiðum og við serligum atliti á kjakmentanina her í Suðuroy.

Tey luttakandi eru:

Nita Næs: ” Hví seta vit Valkyrjur evnið kjak á skrá?”

Elken Holm:”Ein rødd í kjakinum á sosialu miðlum – hevur tað týdning at kjakast?”

Kristan Holbæk:” Tilflytarin – kjakmentan!”

Ingibjørg Berg:”Almennu embætisfólkini og samfelagskjakið, hevur tað týdning, at tey eru ein partur av kjakmentanini?”

Valkyrjurnar halda, at kjakmentan, sum heild, er ein týdningamikil liður í øllum lívsins tilgongdum, tí er júst hetta evnið sett á skrá. Áhugavert er at seta kikkaran á, hvussu júst vit suðringar kjakast – er tað m.a. øðrvísi enn vit sjálvi halda? Er tað øðrvísi enn í øðrum pørtum av landinum? Ber tað til at meta um slíkt – kjakast um slíkt? Og hvat er eitt gott og mennandi kjak?

Møguligt verður at keypa gott kaffi, te og køku fyri 50,-kr.

Valkyrjurnar bjóða øllum vælkomnum á Café MorMor at kjakast um kjak 🙂

Facebook viðmerkingar