Húsabjálving

Útvarpssending á Suðuroyarportalinum: Vágs kirkja og Kirkjukórið Ljómur 75 ár

Janus Mohr hevur gjørt eina útvarps-sending um Vágs kirkju og Kirkjukórið Ljómur, sum í dag, 19. febuar 2014, verða 75 ár. Útvarpssendingin er niðanfyri.

Dagurin verður annars hátíðarhildin í Vágs kirkju sunnudagin 23. februar, men í kvøld, 19. februar, verður fagnaðarløta í Vágs kirkju, sum Jóannes Nolsøe og Bergtórur Bjarkhamar skipa

Eftir fagnaðarløtuna, sum verður kl. 19.30, verður verður boðið til kaffi og køku í kirkjuni. Kirkjuráðið heilsar, at øll eru hjartaliga vælkomin.

Sendingin, sum Janus Mohr hevur gjørt er niðanfyri. Trýst á play-knøttin.

Hervið ein heilsan til Janus Mohr og ein tøkk fyri ómakin, nú sending er gjørd í samband við 75 ára føðingardagin hjá Vágs kikjur og Kirkukórinum Ljómi.

Vágs kirkja í 1930unum

Mynd: Eileen Sandá
Svørt / hvít mynd: Sanna við Hvanndalsá (Vágs Sóknar Bygdasavn)