Visit Faroe Islands messa í Norðurlandahúsinum

Tíðindi

Hin 26.-27. apríl luttaka kunningarstovurnar í oynni á stórari ferðavinnumessu í Norðurlandahúsinum. Á staðnum verða ein ørgrynna av føroyskum ferððavinnuveitarum, samstundis sum ein stórur hópur av útlendskum ferðavinnusmiðum koma at vitja messuna.

Í hesum sambandi sóknast kunningarstovurnar eftir faldarum og øðrum lýsingartilfari, viðkomandi fyri Suðuroynna, ið vit kunnu taka við og vísa fra. Tey, ið meta seg hava okkurt at bjóða fram, eru vælkomin at seta seg í samband við Visit Suðuroy á Tvøroyri og í Vági.

Visit Suðuroy á Tvøroyri: tlf. 284480 ella info@tvoroyri.fo
Visit Suðuroy í Vági: tlf. 239390 ella info@vagur.fo

Facebook viðmerkingar