Skráin fyri Dansibandsfestivalin 2018

Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld, til brunsj og grillkvøld, dansibandsgudstænastu og ikki minst hugna og gestablídni.

Dansibandsfestivalur er í Vági 4. og 5. mai 2018.

Her er skráin til ársins Dansibandsfestival.

Skráin til Dansibandsfestivalin 2018

 

Tórsdagin 3. mai 2018

Actionboat siglur vestanfyri Suðuroy (um viðrar). Siglt verður av Sumba. Áhugaði kunnu ringja til Sigurd Gudmundsson á tlf. 213359.

Páls Høll opin: Kl. 8.30 – 9.15 og Kl. 16.00 – 18.15 (høllin stongir 45 min eftir at billettsølan endar).

Kl. 19.00 Søguligur gongutúrur í Vági við ferðaleiðara. Byrjað verður við kafe’ini Hjá Jugga á Gørðunum í Vági. Ókeypis tiltak.

Kl. 19.00 Syngið við á Hamragarði við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi. Dansistovugaman kemur eisini at framføra og møguleiki er at luttaka í dansinum. Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað. Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.

Fríggjadagin 4. mai 2018

Actionboat siglur vestanfyri Suðuroy (um viðrar). Siglt verður av Sumba. Áhugaði kunnu ringja til Sigurd Gudmundsson á tlf. 213359.

Páls Høll opin, kl. 16.00 – 18.15 (høllin stongir 45 min eftir at billettsølan endar).

Kl. 18.00 Hotel Bakkin hevur buffet.

Kl. 21.00 Felags sang við tónleikarum og suppu v/breyð í Vágs Høll. Hjalmar & Dagfinn spæla undir.

Kl. 22.00 KVF sendir beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Vestmenn (FO) og Sunrise (FO).

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Leygardagin 5. mai 2018

Actionboat siglur vestanfyri Suðuroy (um viðrar). Siglt verður av Sumba. Áhugaði kunnu ringja til Sigurd Gudmundsson á tlf. 213359.

Páls Høll opin: Kl. 9.45 – 17.15 (høllin stongir 45 min eftir at billettsølan endar).

Kl. 10.00 Ítróttaháskúlin skipar fyri adventure, rørslu og upplivingartiltøkum. Nærri verður lýst seinni.

Kl. 10.00 Handlarnir í Vági lata upp.

Kl. 11.00-13.00 Dansibands-brunsh í Vágs Høll. Kostnaður 100 kr. fyri vaksin, 50 kr. fyri børn. Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin.

Kl. 14.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll Patrick de Neergaard, presti. Anne Nørdsti og Hans Jacob Hjelm spæla og syngja.

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Ørvaroddar grilla heilar grísar og afturvið eru rómaeplir, salat, sós og reyðkál. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið.

Kl. 23.30 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Anne Nørdsti Band (NO) og Hans Jacob og Vinmenn (FO).

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Facebook viðmerkingar