Dagført: Flaggdagshald í Fámjin

Árliga flaggdagshaldi í Fámjin verður aftur í ár.

25. apríl er flaggdagur og vit minnast okkara vakra Merkið.

Í ár verður tað Høgni Hoydal sum flytir fram røðu. Tað er kl 15:00.

Hornorkestri luttekur og setur sín góða dám á.

Sum siður hevur verðið í nógv ár verður gingið og runnið til Fàmjins

Úr Ørðavík verður fari til gongu kl. 13:00 og rennarar byrja kl 13:30. Hvistan skipar fyri túrinum úr Ørðavík

Úr Hvalba verður farið til gongu til 10 um morgunum úr Nesi. Her er tað Martin Eið, sum gongur á odda. 

Øll eru vælkomin við

Haldi endar við at bjóða verður til kaffi og okkurt gott afturvið í Vesturhøll.

Facebook viðmerkingar