Stongja fyri vatninum týsdagin 24. apríl kl. 9

Vágs kommuna: Orsaka av arbeiði uppá vatnleiðing við Laksá verður stongt fyri vatninum kl. 9 týsmorgun 24. apríl 2018.

Hetta kemur at ávirka brúkarar yvir við Kráir, við Ósagarð, yviri á Bakka (Kráarveg og Eggjarveg), yviri í Líðini (Líðarveg) og inni á Oyrunum.

Stongt verður fyri vatninum, inntil arbeiðið er liðugt.

Facebook viðmerkingar