Alexander Holm Kilgour á U15 landsliðið

Ítróttur Tíðindi

Týsdagin 8. mai fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til kapping í Esbjerg í Danmark. Talan er um Esbjerg Elite Cup, har lið úr Danmark og fleiri av hinum norðanlondunum luttaka.

Sjálv kappingin verður spæld í døgunum 9. til 12. mai, og hesar dagarnar skal føroyska liðið spæla seks dystir. Mótstøðuliðini vera Vejle BK, B93, Ready IF, AHIF og Kvarnby IF, og síðani verður endað við plaseringsdysti.

Øssur Hansen er venjari hjá U15-dreingjunum, og hann hevur úttikið hesar 18 spælararnar til Esbjerg Elite Cup 2018:

Fayo Kruse, EB/Streymur
Demetri D. Areta, EB/Streymur
Rógvi Eyðbjørnsson, KÍ
Sigurd Rasmussen, B36
Jacob N. Vilhelm, KÍ
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Heini S. Sørensen, HB
Jákup A. Thomsen, Víkingur
Rani W. Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Ejvind R. Mouritsen, HB
Hans Jacob Arngrímsson, Víkingur
Alexander Holm Kilgour, TB/FCS/Royn
Elias Isaksen, Víkingur
Hjarnar J. Johansen, B68
Tóki á Lógv, KÍ
Jonatan Kjærbo, B71
Jóhan Højbro, ÍF

Facebook viðmerkingar