SEV 89 milliónir í avlopi

Tíðindi

SEV hevði 89 milliónir krónur í avlopi í fjør eftir skatt. Og helvtin av orkuni kom frá varandi orkukeldum.

Tvær kanningar eru gjørdar. Ein niðurstøða í kanningunum er, at Føroyar eiga at byggja vindorkuna út skjótast gjørligt.

Eisini sólskipanir eiga at verða settar upp fyri at økja varandi orkuna um summarið, tá lítið er av vatni og vindi. Kanningarnar vísa, at sjóvarfalsorkan verður ov kostnaðarmikil komandi árini, sammett við sól, vind og vatn. 

Ein onnur niðurstøða í kanningunum er, at pumpuskipanir skulu byggjast millum verandi byrgingar, umframt at munandi størri turbinur skulu setast upp. Hesar útbyggingar skulu hava við sær, at vatnorkuframleiðslan økist munandi, sigur John Zachariasen, nevndarformaður í ársfrágreiðingini. 

Nevndin viðger framhaldandi støðuna í sambandi við komandi vindorkuútbyggingar í meginøkinum, har SEV tøkniliga og búskaparliga er til reiðar við eini 18 MW vindmyllulund í Hoyvíkshaga, sum hevði minkað oljunýtsluna 13.000 tons árliga svarandi til 40 % av samlaðu oljunýtsluni hjá SEV í 2017. 

ORKA og SEV hava eisini staðsett fýra onnur øki, har neyðugar fyrireikingar skulu gerast fyri at kunnu byggja út við vindorku. Talan er um hagan við Eiðisvatn, Junkarahaga í Kvívík, á Sandoynni og Kirkjubøreyn. Ætlanin er, at 100 metrar høgar vindmáti-mastrar verða settar upp á hesum støðum í summar. 

SEV hevur áður skotið upp at seta 12 vindmyllur á tilsamans 12 MegaWatt upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Vindorkuútboðið í Porkeri er útsett, tí vindmátingarnar vísa á trupul vindviðurskifti. SEV er nú í holt við at gera nýggjar kanningar av vindviðurskiftunum í Porkeri. Vindorkuútboðið í Suðuroy er treytað av, at pumpuskipan verður gjørd. 

SEV sigur úrslitið í fjør vera nøktandi, men tað er eisini eitt krav, at ársúrslitini hjá SEV liggja á hesum stigi, tí tey eru neyðug fyri at fíggja komandi útbyggingarnar á grønu kósini og í elskipanini. 

Fíggjarætlanin fyri 2018 er løgd til rættis við lægri prísi, og væntar SEV at úrslitið í ár verður 79,5 milliónir krónur eftir skatt. 

Facebook viðmerkingar