Flaggrøða hjá Sirið Stenberg 25. apríl 2018

Góðu skótar, sangarar og góðu tit øll

Fyrst fari eg at takka Skótaliðnum Royndini fyri at hava víst mær tað álit aftur at halda flaggdagsrøðuna í ár. Skótaliðið Royndin eigur eisini stóra tøkk uppiborna fyri so trúliga at hava hildið hendan sið í hevd at hátíðarhalda okkara flaggdag. Eg havi roynt at funnið fram til, hvussu ofta flaggdagurin hevur verið hildin í Vági, men hetta er trupult at siga heilt nágreiniliga, men eg havi fingið upplýst, at frá 1968 hevur flaggdagshald verið so at siga á hvørjum ári, so tað eru 50 ár í ár. Og hjartaliga tillukku skótarnar við tí. Tað er sera hugaligt at síggja øll hesi fittu børnini í dag og eisini tey vaksnu, sum leggja stórt arbeiði í.

Skótaliðið royndin var stovnað av Thulesen presti í 1940, og vóru hetta fyrstu grønu skótar í Føroyum. Árið frammanundan í 1939 varð Kirkjukórið Ljómur stovnað, so hesi eru javngomul og stovnað um somu tíð, sum kríggið brast á, og Merkið bleiv viðurkent sum okkara tjóðarflagg orsakað av kríggstøðuni. So hesi trý hava nakað í felag og hava eitt serligt virði fyri okkum øll. Og tøkk til Ljóm fyri so dyggan stuðul til mentanar- og felagslívið. Tað fjálgar um og byggir upp.

Tað er so sera gott fyri okkum øll at hátíðarhalda merkisdagar og at gleðast saman. Hetta knýtir bond millum fólk og feløg, og styrkir okkara felagskenslu. Vit hava øll brúk fyri hvør øðrum. Tað eru aloftast tær góðu relatiónirnar millum menniskju, sum liggja til grund fyri trivnaði og framburði.

Í gjár hoyrdi eg Pál Joensen, okkara ítróttarhetju, í útvarpinum. Tað var ein samrøða við hann um týdningin av at svimja undir Merkinum. Hvussu týdningarmikið hetta var fyri hann, og hvussu løgið tað kendist tær ferðirnar, honum ikki untist at svimja undir føroyska flagginum. Hann helt fyri, at tvær tær ringastu kappingarnar, hann hevði svomið, vóru júst, tá ið hann ikki svam undir føroyskum flaggi. Og so greiddi hann frá, hvussu hann altíð hevði strembað eftir at fáa Merkið at veittra millum onnur fløgg, ja millum heimsins fremstu tjóðir. At tað at umboðað Merkið var nakað serstakt. Hetta er heiðurlig og rørandi tala. Hann svam og umboðaði ikki bert seg sjálvan men okkum øll.

Vit síggja sama vilja, tá ið føroyingar t.d. stíga á heimsins fjallatindar og hava Merkið við sær, eins og vit síggja tað í mongum samanhangum, har tað at gera vart við seg gjøgnum Merkið er týðandi.

Men onki kemur av sær sjálvum. Tað vita vit her á staðnum, og tað hevur søgan eisini prógvað. Eisini okkara flaggsøga.

Niels Juul Arge greiðir í flaggsøgu síni frá søguligu gongdini heilt frá hugsjónunum um, at vit skuldu hava eitt føroyskt flagg, fram til vunnin rættindi at brúka Merkið sum Føroya flagg, og her eru nógv og stór tøk tikin á leiðini. Øll kenna vit søguna um ungu føroysku studentanir í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg, Thomas Paula Dahl og Janus Øssurson á odda, sum fingu tilevnað fyrsta føroyska flaggið, eitt borðflagg sum Ninna Jacobsen seymaði. Seinni fingu teir gjørt tað flaggið, sum nú hongur í Fámjins Kirkju, og tað var 22. juni í 1919 hetta fyrsta føroya flagg, veittraði fyrstu ferð í Føroyum.

Fylgjandi árini frá 1919 og fram vóru baldrut hjá Merkinum, og mangan leikaði harðliga á.

Tørvurin á at hava egið tjóðmerkið vaks millum fólk, men ikki fyrr enn seinni heimsbardagið brast á, hendi verðuliga nakað Merkinum at frama, so løgið tað enn kann ljóða. Tað skuldi eitt heimskríggj til. Tá ið Danmark bleiv hersett av Týsklandi 9. apríl 1940, var sambandið millum Føroyar og Danmark kvett, og fáir dagar aftaná, at Danmark var hersett, blivu Føroyar hersettar av bretum. Bretar vóru ikki fegnir um, at føroysk skip hildu áfram at sigla við donskum flaggi, nú Danmark var hersett av Týsklandi, sum var at meta sum fíggindi Bretlands. Úrslitið var, at føroyski skipaflotin fór at sigla við føroyskum flaggi, og FØROYAR var málað á síðina á hvørjum skipi. Kríggsárini var føroyska flaggið sostatt nýtt sum siglingarflagg, men enn var ikki flagga við Merkinum í Løgtinginum. Ikki fyrr enn í 1948 fekk Merkið lóggildið sum Føroya flagg. Onkursvegna kunnu vit siga at heimsbardagin gav okkum Merkið. Men seinni heimsbardagin tók eisini. Føroyar mistu nógv før og nógv lív fórust á sjóvnum. Tí er staðið her virðiligt til flaggdagshald og eisini góð áminning um tey, vit hava mist.

Í Flaggsøguni Merkið lýsir Niels Juul Arge eisini væl unga mannin Jens Olivur Lisberg, við orðunum hjá Thomas Paula Dahl.

” Tann høgi, herðabreiði og ljóshærdi unglingin, sáttligur, fryntligur, og skemtingarsamur var sálin í studentalívi teirra, hin kveikjandi og eggjandi. Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga somu línu, og rógva í sama báti, má báturin hava eitt merki. Soleiðis tók tann ungi studenturin til, sum eigur høvuðsheiðurin fyri, at vit í dag hava okkara føroyska flagg ”.

Andin í hesum orðunum um at draga somu línu og at rógva í sama báti er kanska ongantíð týdningarmiklari enn tað sama. Samanhald flytir okkum framá. Sundurlyndið hinvegin spjaðir og skapar onga menning.

Tíverri doyði Jens Olivur Lisberg ungur, bert 23 ára gamal í 1920. At hugsa sær til hvat hann í sínum stutta lívi hevur avrikað. Tað er ikki mongdin av árunum, sum siga nakað um lívsavrikið, men avrikini í sær sjálvum, og tey hjá Jens Olivur Lisberg tala fyri seg. Tey eru okkara søga, okkara samleiki, okkara stoltleiki og ímyndin av savningarmegini av sálini í samfelagnum.

Tað er altíð meira, sum savnar eina tjóð í menning, enn tað er, sum skilur. Hóast Merkið kann hava ymiskan týdning fyri okkum, so má Merkið altíð vera okkara savningarflagg. Og tað er tað. Vit eiga tað øll og eru øll góð við tað.

Merkið rørir djúpar kenslur í fólki. Vit hava tað við okkum úr vøggu í grøv. Vit vísa gleði við Merkinum, og vit vísa á okkara sorg við Merkinum. Tá ið flaggað verður í hálvari stong gerðast vit aloftast stúrin og hugsa um, hvør nú hevur mist ein av sínum. Krossurin í flagginum ímyndar eina kristna tjóð og kann geva teimum syrgjandi og okkum øllum vón um trygga framtíð.

Vit kenna eisini øll, hvussu glað vit vera, tá ið vit til dømis hava vunnið, og Merkið veittrar. Ella tá ið vit uttanlands kunnu síggja føroyska flaggið veittra millum hini fløggini, ja tá kenna vit okkum virðismett sum eitt fólk. At kenna seg sæddan, hoyrdan og virdan er eins týdningarmikið fyri eitt fólk sum fyri einstaklingin. Tí vera vit eisini so vónbrotin, tá ið Merkið ikki er umboðað, ella tá ið vit fyri stuttum upplivdu, at Merkið veittraði í skeivum litum. Tá kenna vit okkum rakt á samleikan, og tað stingur djúpt. Tað rørir við, hvørji vit eru.

Men vit hava nógv at takka fyri. Tað mugu vit minnast til. Vit búgva í heimsins besta og vakrasta landi. Og hóast tað altíð eins og í øllum samfeløgum eru viðurskifti, vit ynsktu øðrvísi, so skulu vit ikki hyggja leingi í miðlar fyri at síggja neyðina og ófriðin úti í heimi. Og okkum tørvar bert at hyggja rundanum okkum fyri at síggja allan vakurleikan, okkum er unt at liva í. Vit búgva í heimsins vakrastu náttúru, sum eisini gjøgnum øldir hevur átt lívið í okkum. Vit hava allar dagar livað av tí, sum náttúran eigur. Tí sum bjørgini, fjøllini, sjógvurin, bøurin og hagin ber. Tað hevur verið og er framvegis okkara tilverugrundarlag. Uttan náttúru ongi vit. Tí hava vit eisini eina serliga skyldu at fara væl um náttúruna, so tey, sum koma aftaná okkum, eisini verður gott lív lagað. Taka vit ikki tað í álvara verður trupult hjá komandi ættarliðum at fáa eins góð kor og vit. Vit hava náttúruna í varðveitslu til okkara eftirkomarar. Her má ein hugburðsbroyting til, so vit hugsa meira burðardygt og vera betri til at verja okkara náttúru. Her kunnu vit øll gera okkara. Og her hava til dømis skótar eisini ein sera virknan leiklut, tí tað í teirra virksemi liggur til at fara væl um náttúruna. So skótin kann vera okkara fyrimynd.

Vit eru á ársins bestu tíð. Drúgvi kaldi veturin er um at missa takið, og náttúran er um at umskapast í grønum litum, og alt spírar. Smálomb, fuglar, sóljur, ljósið og aðrar náttúrugávur fylla sinnið. Og takksemi yvir tær Guds gávur gerst bara størri sum árini líða. Og hvørt ár haldi eg meg uppliva tað vakrasta, sum er til. Og gleðin yvir at eiga evnini at uppliva vakurleika er eisini stór. Og júst gleði og takksemi eiga eisini at vera okkara vørumerki.

Tað verður sagt, at virðið í einhvørjum liggur í, hvussu stórt arbeiði tað hevur verið at fáa tað til vega.

Stríðið um flaggið var hart, men tað er jú nakað um, at jú harðari stríðið, jú søtari sigurin. Tá ið vit nú kunnu lýta aftureftir er heldur ikki at undirmeta, at umstøður, sum føroyingar onga ávirkan høvdu á, spældu ein týðandi leiklut í tí stríðnum, sum t.d heimsbardagin var.

So kunnu vit seta spurningin, um flaggið hevði verið okkara tjóðarmerki, um kríggið ikki hevði brostið á? Jú, tí ivist eg onga løtu í, tað vísir søgan okkum við teimum tøkum, ið tikin vóru fyri at fáa Merkið frá 1920unum og líka fram til seinna heimsbardaga. Ein rørsla, sum er grundað á brennandi hugsjónir og framburð fyri fólki – henni ber ikki til at steðga.

Men hvat er tað, sum ger, at tað er so neyðugt at hava eitt flagg. Áðrenn Merkið høvdu vit onnur fløgg, og frá fyrndartíð hava fólk allastaðni savnast undir ávísum fløggum. Vit síggja eisini henda tørv í dag, har nærum onki felag við virðing fyri sær sjálvum, ikki hevur eitt búmerki ella egnan búna. Man ikki svarið vera at finna onkunstaðni áleið tí, at vit hava øll íbornan tørv á at vísa á, hvørji vit eru, hvat vit standa fyri, og fyri at vísa á, at vit ynskja at vera í felagsskapi.

Hvussu kann tað vera, at í nútíðini, har øllum er nærum alt í boðið, at vit so framhaldandi hátíðarhalda flaggdagin? Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru fá flaggdagshøld í Føroyum. Í dag eru tvey bara í Suðuroynni og mong kring landið alt. Hetta er at fegnast um. Eisini vísir hetta okkum á, at í einum heimi har nærum alt ber til, og menningin gongur so skjótt, at trupult er at fylgja við, ja, so steðga fólk á og søkja aftur til felagsskapin og siðvenjurnar. Merkið ímyndar virðir, siðvenju, søgu og samleika

Nútíðar føroyingurin livir undir heilt øðrum fyritreytum enn føroyingarnir, sum stríddist fyri flagginum. Heimurin er opin, og alt gongur við rúkandi ferð. Arbeiðsmarknaðurin er fyri mong ikki longur bygdin, oyggin ella landið men allur heimurin. Til ber at ferðast uttanlands fleiri ferðir dagliga, og so at siga hvør skúlanæmingur hevur sæð stórar partar av heiminum, eins og hann samskiftir við fólk úr øðrum londum á telduni, tá ið hann hevur hug. Spurningurin er heldur, um tey og vit kenna Føroyar og grannan nóg væl ?

Tað fría valið hjá teimum ungu, um hvør og hvat man ynskir at vera, er kanska ikki so frítt kortini. Meir og meir síggja vit fólk leita eftir, hvørji tey sjálvi eru, og sum ikki kenna sín egna samleika nóg væl. Ikki skulu vit altíð leita so langt, felags fyri okkum øll er, at vit eru øll føroyingar og eru partur av okkara samleika at finna í teimum virðum, sum liggja í tí. Kanska er tað hetta, vit síggja í rákinum at brúka egið tilfeingið t.d í sniðgeving og ferðavinnu, og huginum at leita aftur til siðvenjurnar. Føroyskur matur er blivin modernaður, fólk ferðast í Føroyum og gongutúrar í fjøllunum eru so at siga gerandiskostur. Fyri bara at taka okkurt úr rúgvuni.

Flaggsøgan og okkara egna lokala søga vísir eisini, at har fólk savnast í feløg við jaligum málum og miðum, ja har skapast úrslit. Til ber eisini at siga, at har skrivast søga. Tí eru vit so ómetaliga rík, sum hava eitt so gott og virkið felagslív her í oynni. Hetta verið seg bæði ítróttarliga, mentanar- og listarliga, í tónleiki, við skótum, samkomum, og ikki minst í mongu sosialu felagsskapunum, sum eru til einans fyri samveruna. Hesir felagsskapir knýta okkum saman og eru gull verdir.

So mítt flaggdagsynski skal vera, at vit seta felagsskapin, Merkið og takksemið í hásætið. So skulu allir lutir nokk samvirka til tað góða.

Framhaldandi góðan flaggdag øll somul og takk fyri løtuna.

Facebook viðmerkingar