Forsøla til grillkvøldið har Ørvaroddar grilla á Dansibandsfestivalinum!

Dansibandsfestivalurin nærkast og bjóðar leygarkvøldið er stóra grillkvøldið á skránni við góðum mati, felags sangi og hugna.

Í ár koma teir framúrskarandi Ørvaroddar at grilla á Dansibandsfestivalinum. Betri verður tað ikki !

Avmarkað atgongd er til grillkvøldið. Tey, sum hava keypt ella keypa vikuskiftispass eru sjálvsagt tryggjaði atgongd til grillkvøldið.

Men harumframt ber til at keypa atgongumerli til grillkvøldið í forsølu í Miðlatúni frá mánadegnum kl. 12. Kostnaður 250 kr.

Umframt heil-grillaðan grís verða rómaeplir, salat, sós og reyðkál afturvið, og kaffi omaná.

Facebook viðmerkingar