Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Grindabátar gera klárt til summarið

Í vetur hava fleiri grindabátar brúkt kjallaran í Stóra Pakkhúsi til at gera viðlíkahald og mála, soleiðis at bátarnir eru klárir til summarið.

Hesa seinastu tíðina hava tveir eldri bátar verið fyri viðlíkahaldi í kjallaranum í Stóra Pakkhúsi.

Teir á Trolaranum hava skift seymir og mála í Stóra Pakkhúsi, meðan árar og mastrar hava verið málaðar í einum túni nærhendis. Trolarin er annars smíðaður í Sumba í 1901.

Hin báturin, sum nú verður umvældur í Stóra Pakkhúsi, er ikki so kendir millum mannað, sum grinabátarnir í Vági. Tað er báturin Thingvalla, sum menn nú eru farnir undir at umvæla, soleiðis at Thingvalla kann brúkast sum bátur aftur. Thingvalla er smíðaður í 1905.

Niðanfyri eru fleiri myndir.

no images were found

Facebook viðmerking