Hovs kommuna nýggja heimasíðu og á Facebook

Tíðindi

Við nýggjari heimasíðu og facebooksíðu ynskir kommunan at koma nærri borgarunum í kommununi og almenninginum annars.

Við nýggju síðuni leggja vit okkum eftir at gera tað lætt og ómakaleyst hjá borgarunum at finna dagførda og týðandi kunning og vitan um tænastur, verkætlanir og kommunala virksemið sum heild.

Í samband við nýggju heimasíðuna hevur kommunan eisini fingið lív á sosialu miðlunum við facebooksíðu Endamálið við facebooksíðuni er somuleiðis at knýta tættari samband millum kommununa, borgarar og umheimin.

Síðan kann vitjast her – TRÝST HER

Facebook viðmerkingar