Minst arbeiðsloysi í Norðstreymi og Norðoyggjum – mest í Suðuroy 

Tíðindi

Hagstova Føroya: Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
– Minst er tað í Norðstreymi og Norðoya sýslu við 1,5%, Vága sýslu við 1,6% og Sandoyar sýslu við 1,8%.
– So er eitt lop upp til Eysturoyar sýslu við 2,2% og Suðurstreym við 2,5%.
– Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,0%. Tað hevur annars verið fallandi, frá tí tað var hægst síðsta summar við 6%, men leyp nú upp aftur á 5%.

Í flestu sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága og Sandoyar sýslum, har tað er nakað hægri hjá monnum.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,1%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,6%.

Les meiri her

Facebook viðmerkingar