FM í Billard á Tvøroyri

Ítróttur Tíðindi

FM í billard fyri einstaklingar verður í Tvøroyrar Klubba fríggjadagin og leygardagin.

Byrjað verður fríggjadagin kl 15:30 og spælt verður í 2 bólkum til umleið á miðnátt.

Byrjað verður síðani aftur kl 11 leygarmorgunin, tá hálvfinalur, bronsudystur og finala skulu spælast.

Suðuroyingar eru mannaðir við 2 leikarum, og teir eru Max Rasmussen og Páll Heri Nolsøe.

 

Facebook viðmerkingar