Dansibandsfestivalurin: Syngið við og suppa, Elis & Finnur og dansur fríggjakvøldið

Tíðindi

Dansibandsfestivalurin er byrjaður og eftir eitt heilt fantastiskt Syngið og dansið við tiltak á Hamragarði tórskvøldið, er festivalurin komin væl frá byrjan. Fríggjakvøldið verður Syngið við og suppa í Vágs Høll, áðrenn dansin við Vestmenn og Sunrise. Og Elis og Finnur senda eisini beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

Kl. 21.00 Felags sang við tónleikarum og suppu v/breyð í Vágs Høll. Hjalmar & Dagfinn spæla undir.

Kl. 22.00 KVF sendir beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Vestmenn (FO) og Sunrise (FO).

Atgongumerki til tiltøkini kunnu keypast á staðnum.

Facebook viðmerkingar