Dansibandsgudstænasta við Patrick de Neergaard

Tíðindi

Skráin til Dansibandafestivalin er fjøltáttaða og ein afturvendandi hátíðarligur partur er Dansibandsgudstænasta – og í ár verður Patrick de Neergaard prestur.

Patrick de Neergaard er sóknarprestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi. Umframt prædiku frá Patrick de Neergaard, verður eisini framførsla frá Hans Jacob & Vinmonnum.

Dansibandsgudstænastan verður í Vágs Høll leygardagin 5. mai kl. 14.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar