Múrarafelagið Knáur

Hestagenturnar á sandinum í Trongisvági

Í góðveðrinum í dag, høvdu hesar 6 fittu og tíðindafróðu genturnar leita sær oman á sandin við hestinum Sólju, sum var ógvuliga nøgd við alt tað góða nýggja grøna grasið sum har var at bíta í.

 

 

Genturnar nýttu góðveðursdagin saman við hestinum Sólju, sum tær skiftust um at halda, kína og tosa við, soleiðis at hann kundi njóta nýggja grøna grasið framvið áarbakkanum.

Tær siga frá, at Sólja akkurát er blivin stórasystir at einum lítlabeiggja. Hestamamman hevur nýliga fola og hevur nú tørv á at koma fyri seg aftur og skal hava góðan frið saman við fylinum í fjósinum heima í Øravík. Hestafamiljan býr nemliga í Øravík, og genturnar ganga heilt til Øravíkar við Sólju, tá hon hevur fingið nokk av grasið í búkin.

Genturnar kenna eisini tarvin sum stendur nakað burturfrá, hann eitur Bella Johannus, og mamma hansara eitur Bella Jóhanna. Bella merkir flott og tær halda at tarvurin er fittur og siga at hann er ikki vandamikil…

Vit tóku nakrar myndir.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Facebook viðmerking