Suðringar í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum

Ítróttur Tíðindi

Við einum greiðum 2-0 sigri á Víkingi í Gøtu hava Suðringar spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

Stefan Radosavljevic legði Suðringar á odda 1-0 tá eini 13 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Málið til 2-0 gjørdi Teitur Krosslá Mortensen tá 3 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Suðringar koma at møta antin B36, AB ella HB/B71 í hálvfinaluni.

Facebook viðmerkingar