Bank Nordik vinnudag í Hovi

Tíðindi

Í vikuni skipaði Bank Nordik fyri stórum vinnudegi í Suðuroynni, har vinnulív og kommunur í Suðuroynni vóru bodnar við.

Umframt at Bank Nordik brúkti høvið at greiða frá útlitinum í búskapinum og egnum virksemi, so vóru eisini framløgur á fundinum, sum høvdu til endamáls at vísa á møguleikar hjá vinnuni í Suðuroynni.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, greiddi frá hvussu Vágs kommuna hevur roynt at ganga aðrar leiðir orsaka av, at fiskivinnan í Vági er vorðin “burtur”. Greitt varð frá, hvussu Vágur hevur sett fokus á upplivingarbúskapin og hvussu onnur øki kunnu gera tað sama.

Theresa Kreutzman hevði eina framløgu um ferðavinnuna og møguleikarnir fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroynni.

Heri Mortensen og Eirikur Norðberg greiddu frá ætlanini við vindmylluútbygging í Suðuroynni og nýggjum vatnorkuverki, sum skal verða høvuðsverk í einari pumped-to-storage skipan millum Vatnsnesvatn og Miðvatn.

Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik, greiddi frá virkseminum hjá Bank Nordik og hvørji útlitini Bank Nordik metti eru fyri komandi árini.

Facebook viðmerkingar